Google kemur til Føroya

2016-08-31 20:25:06

Google, Visit Faroe Islands og Atlantic Airways hava gjørt av at gera eina serliga útgávu av Street View. Hesum boðar Visit Faroe Islands frá í einum tíðindaskrivi.

Hugskotið er, at seyðir, føroyingar og ferðafólk fáa høvi at leggja myndir út á Google Street View við einum Google-myndatóli. Google stuðlar verkætlanini við myndatólum, servitan og einum "Google Trekker". Trekkarin verður settur á ein bil, sum fer at koyra á almennum vegum kring landið og kortleggja Føroyar.

Í summar hevur Durita Andreassen frá Visit Faroe Islands arbeitt við sínari egnu útgávu av "Google Street View", har seyðir við myndatólum vórðu nýttir til at taka myndir í føroysku náttúruni. Eftir at Google hevur fingið áheitanir frá fólkum kring allan heim um at gera Google Street View í Føroyum, er Google nú loksins her fyri at hjálpa Duritu við at kortleggja Føroyar.  

- Tá vit byrjaðu verkætlanina, vildu vit fegin deila okkara flottu og fjarskotnu oyggjar við umheimin og við øll tey fólk, sum ikki hava møguleika at ferðast allan vegin til Føroyar. Vit vistu, at hetta kundi gerast gjøgnum Google Street View. Meðan verkætlanin koyrdi, blivu vit so góð við okkara egnu útgávu av Street View, og tí eru vit sera fegin um, at Google vil hjálpa okkum víðari við okkara verkætlan, sigur Durita Andreassen, sum er SheepView360-verkætlanarleiðari hjá Visit Faroe Islands.

Nú er tað upp til Føroya fólk og ferðafólk, sum vitja í Føroyum, at gera eina serliga føroyska útgávu av Street View. Hetta verður gjørt við at nýta seyðir, súkklur, ryggsekkir, bilar, kajakkir, bátar, tyrlur og enntá kavaraútgerð. Øll kunnu læna eitt Google myndatól frá Visit Faroe Islands skrivstovuni í Tórshavn ella frá Atlantic Airways á flogvøllinum.

Myndatøkur á almennum vegum, sum Google, Visit Faroe Islands og Landsverk standa fyri, byrja í komandi viku, frá 7. september og fram til síðst í oktober 2016. Á vári 2017 verða myndir tiknar á nøkrum fáum gongurutum í fjøllunum. 

Vilt tú vita meira um verkætlanina, kanst tú vitja hesar síður:

visitfaroeislands.com/sheepview360/ og google.com/streetview.

Взято отсюда