Áhugin fyri at búgva í størstu kommunu í Grønlandi er somikið stórur, at kommunan nú arbeiðir við eini ætlan, har grønlendski høvuðsstaðurin skal kunna hýsa helvtini av øllum íbúgvum í Grønlandi í 2030.
Tað skrivar sermitsiaq.ag í dag.
Í sambandi við tey ynskir um útbygging, sum kommunan skal lata landstinginum til fíggjarlóggina í 2018, verður sagt, at Kommuneqarfik Sermersooq, sum er kommunan, Nuuk er partur av, hvørt ár tekur ímóti millum 500 og 800 borgarum frá øðrum pørtum av Grønlandi. Heldur hendan gongdin fram, verða einir 30.000 íbúgvar í Nuuk um 13 ár.
Í løtuni búgva 17.000 íbúgvar í Nuuk. Samlað búgva 56.000 fólk í Grønlandi.
Kelda og lesið meira HER